Einstaklingavirki
28. oktober 2026
(3 pláss eftir)
27. januar 2027
(8 pláss eftir)
Kl 09:00 - 16:00
Sp/f og Ívf
29. oktober 2026
(2 pláss eftir)
28. januar 2027
(8 pláss eftir)
Kl 09:00 - 16:00
Hendan verkstovan er ætlað til tín, sum er nýbyrjari og/ella nýklaktur virkiseigari og vil hava egið bókhald. Tú vilt gjarna hava skil á egnari peningastøðu, men hevur fáar ella ongar royndir við bókhaldi og ert ósikkur um, hvussu mvg og virkisskattur skulu handfarast. Til verkstovuna fara vit á vanligum gerandisføroyskum at greiða frá tí, sum tú hevur brúk fyri at vita um føroyska bókhaldsslóggávu. Mesta tíðin er tó sett av til, at tú kanst bóka sjálv-/ur og spyrja spurningar, sum eru viðkomandi fyri teg og/ella títt virksemi. Vit eru har fyri at hjálpa tær. Við støði í bókhaldsskipanini Bókin, fara vit at leggja grund undir góðar bókhaldsmannagongdir, so tú fert frá verkstovuni við einum áliti á tínum egnu førleikum at halda bókhald.
Avmarkað pláss - 8 luttakarar á hvørjari verkstovu.
Tað er ikki krav, at tú hevur stovnað tær eitt virki ella virkiskontu í bankanum.
Til verkstovuna fert tú at arbeiða praktiskt við bókhaldi. Hav hetta við:
• Egna teldu
• Skjøl uppá útreiðslur (um tú hevur) t.d. kvittanir og rokningar
• Atgongd til banka og (um tú hevur) virkiskontu
• Vit hava eisini nokk av eyka skjølum, sum tú kanst venja við
Tað er heldur eingin forðing, um tú ert byrjað-/ur at bóka við aðrari skipan.
Einstaklingavirki
28. oktober 2026
(3 pláss eftir)
27. januar 2027
(8 pláss eftir)
Kl 09:00 - 16:00
Sp/f og Ívf
29. oktober 2026
(2 pláss eftir)
28. januar 2027
(8 pláss eftir)
Kl 09:00 - 16:00
Kaffihúsið (í Bakkastovu)
Undir Bryggjubakka
FO-100 Tórshavn
Luttakarar geva okkum 4,89 av 5 stjørnur.
"Tað er týdningarmikið at hava skil á bókhaldinum tá ið mann byrjar eitt virki - og tað fær mann við hesi verkstovuni."
"Skeiðið var eisini ætlað til at royna føroysku bókhaldsskipanina í praksis. Og meðan vit bókaðu skjøl, høvdu vit samstundis møguleikan at seta spurningar, tá ivamál stungu seg upp. Samanumtikið vil eg avgjørt viðmæla skeiðið til onnur, sum eru nýbyrjarar og hava tørv á at læra seg praktiskar mannagongdir innan bókhald."
Avmarkað pláss - 8 luttakarar á hvørjari verkstovu.
Tilmeldingin er endalig, tá rokningin er goldin.
Hevur tú spurningar, skriva til okkum á hey@bokin.fo
| 09:00 - 09:30 | Byrjan við kaffi og morgunbreyði |
|---|---|
| 09:30 - 10:30 | Krøv til títt virki - hvat skalt tú hugsa um |
| Grundleggjandi hugtøk úr bókhaldi | |
| 10:30 - 10:45 | Steðgur |
| 11:00 - 12:00 | Gjøgnumgongd av bókhaldsskipanini Bókin |
| 12:00 - 12:45 | Miðmálasteðgur |
| 12:45 - 14:00 | Tit bóka/vit vegleiða |
| 14:00 - 14:15 | Steðgur |
| 14:15 - 16:00 | Vit arbeiða víðari |
2.495,00 kr. u/mvg
Við í prísinum er kaffi/te, djús, morgunbreyð, frukt, miðmáli, og dagsins køka.