Kundi tú hugsað tær at flutt frá tíni verandi bókhaldsskipan til eina brúkaravinaliga og føroyska loysn? Vit kunnu orðna tað fyri teg - heilt ókeypis. Einasta treytin er, at tú hevur teknað eitt Vinnuhald hjá Bókini.
1
Tekna Vinnuhald
Um tú velur Vinnuhaldið við mánaðargjaldi ella ársgjaldi hevur ongan týdning. Les um hald her
2
Fyll út frymilin
Set teg í samband við okkum við at fylla út frymilin niðanfyri. Vit venda aftur til tín um tað praktiska.
3
Stovnan av byrjanarjavnvági
Tá vit hava fingið tær upplýsingarnar, vit skulu brúka, flyta vit títt bókhald til Bókina innan sjey arbeiðsdagar.
Fyll út frymilin og vit skriva aftur til tín innan tríggjar arbeiðsdagar.
Nær er best at flyta bókhaldið?
Tú kanst altíð flyta bókhaldið. Tað er tó lættast at gera tað beint aftaná, at ein mvg-uppgerð er latin inn ella tá ársroknskapurin er gjørdur.
Kann eg byrja at brúka Bókina, áðrenn bókhaldið er flutt?
Ja, tað kanst tú gott. Tað er ikki neyðugt, at bókhaldið frá gomlu skipanini er flutt yvir í Bókina, áðrenn tú t.d. sendir rokningar og skrásetir útreiðslur við Bókini.
Kann eg halda áfram at bóka við tveimum skipanum?
Tað halda vit ikki er eitt gott hugskot. Tá tú hevur flutt bókhaldið til Bókina, er best ikki at bóka og senda fleiri rokningar við gomlu skipanini.
Nær skal eg steðga at bóka í gomlu skipanini?
Tað er bara at velja ein dag, har tú steðgar við at bóka í gomlu skipanini (skeringsdagfestingin). Alt frá hesi dagfesting verður bókað í Bókini.
Hvat kemur við yvir í Bókina?
Vit kunnu ikki taka allan historikkin frá gomlu skipanini við yvir í Bókina. Vit biðja teg um nøkur skjøl og hjálpa tær í gongd við einum nýggjum byrjanarjavnvági í Bókini.
Skal eg goyma roknskapartilfarið frá gomlu skipanini?
Høvuðsreglan er, at roknskapartilfar* skal goymast í minst 5 ár. Vit viðmæla tí, at tú tekur alt bókhaldið niður úr gomlu skipanini og goymir tað í onkrari cloud loysn, so sum Google Drive ella Dropbox.
*Við roknskapartilfar meinast bókhaldið sjálvt, skjøl og rokningar.