Bókhaldshjálp – vit føra bókhaldið fyri teg | Bókin

Vit føra bókhaldið fyri teg

Meðan tú brúkar alla orkuna uppá títt virki, klára vit títt bókhald. Vit bóka tíni skjøl, orðna mvg-uppgerðina og lata hana inn til Taks, hvønn ársfjórðing. Tú hevur framvegis fult yvirlit yvir tíni peningaviðurskifti.

Fá eitt óbindandi tilboð

Okkara tænastur

Bókhald: vit bóka tíni skjøl leypandi, so roknskapurin er ajour - alt árið.

Mvg-uppgerð: uppgerð og rættstundis innlating av mvg til Taks.

Kundastýring: innheinta skuld og rykkja, um tú ynskir.

Veitarastýring: vit kunnu avgreiða gjøld.

Lønarflyting: gera lønarflytingar, um tað hevur áhuga.

Uppseting av ársroknskapi: gera roknkskapartilfar klárt og seta upp ársroknskap.

Support: og svara, tá tú ringir ella skrivar við spurningum

Hvat kostar tað?

Prísurin veldst um, hvussu nógv skjøl skjøl eru at bóka, hvussu fjøltáttað arbeiðið er, og hvørjar aðrar uppgávur tú ynskir hjálp við. Tí gera vit eitt tilboð, sum hóskar til júst tín tørv. Tað er ókeypis og óbindandi at biðja um tilboð.

Fá eitt óbindandi tilboð

Fyll út frymilin, so skriva vit aftur til tín við einum tilboð. Tú ert eisini vælkomin at ringja á 262322, um tú heldur ynskir at fáa eitt prát.

Vanligir spurningar

Hví stendur prísurin ikki her?

Fyritøkur eru so ymiskar. Prísurin er serliga tengdur at nøgdini av rokningum og kvittanum, sum skulu bókast hvønn ársfjórðing/hvørt árið. Tí gera vit altíð eitt tilboð, sum hóskar til tína fyritøku.

Skal eg brúka Bókina?

Ja. Vit gera bókhaldið í Bókini, so tú altíð hevur atgongd til tað og kanst síggja, hvat er gjørt. Tú skalt tí hava eitt hald hjá Bókini. Vit krevja ikki eyka í haldi fyri tal av posteringum. Les um hald her

Eg brúki eina aðra bókhaldsskipan í dag. Hvat so?

Tað er einki problem. Vit flyta bókhaldið frá tíni verandi skipan til Bókina, og tað er við í prísinum.